Konstruktøren nr. 2 2023

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 2 í 2023.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 2 2023

Ársaðalfundur 2023

Ársaðalfundur verður á Hotel Hilton í Tórshavn, leygardagin tann 29. apríl kl. 17:00.

Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 17:15

Áðrenn aðalfundin kl. 15:00 verður skipa fyri byggiplássvitjan í framleiðsluhøllini hjá Articon og síðani á byggiplássinum í Reynstúni á Argjum, har Articon uppførir eitt sambýli fyri Landsverk og Almannaverkið. Møtt verður á Hotel Hilton, bussur koyrur frá hotellinum kl.15, møti í góðari tíð.
Kaj Wacher, byggileiðari hjá Articon, kemur at greiða frá framleiðsluni av elementum til byggiverkætlanina.

Nevndin hevur fýra uppskot um broytingar í viðtøkum felagsins, umframt hetta leggur nevndin eisini fram uppskot um broyting í limagjaldinum. Nærri kunning verður send tykkum í telduboðum.

Allir byggifrøðingar eru vælkomnir á aðalfund, men skula boða frá luttøku til byggiplássvitjanina. Einans limir felagsins eru bodnir í veitlsu eftir aðalfundin.

Nevndin

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget | Kommentarer lukket til Ársaðalfundur 2023

Konstruktøren nr. 1 2023

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 1 í 2023.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 1 2023

Konstruktøren nr. 3, 4 og 5 2022

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 3, 4 og 5 í 2022.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 3, 4 og 5 2022

Limatiltak: Byggiplássvitjan á Sambýlinum á Mýruni

Byggifrøðingafelagið bjóðar hervið øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggipláss vitjan á Sambýlinum á Mýruni í Tórshavn.

Kunning um verkætlanina kann lesast her:
Sambýli til fólk við menningartarni á Mýruni (landsverk.fo)

Vit fara at hyggja uppá verkætlanina, sum er eitt sambýli fyri almannaverkið. Hesin bygningurin er í stóran part settur upp av elementum, sum eru framleidd í eini høll, fyri síðan at verða flutt út á plássið og reist. Á vitjanini leggja vit serligt fokus á hendan arbeiðsháttin.

Vitjanin verður mikudag tann 6. juli, klokkan 16:00.
Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan á Sambýlinum á Mýruni

Konstruktøren nr. 2 2022

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 2 í 2022.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Konstruktøren nr. 2 2022

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 2 2022

Nevndin fyri 2022 er skipað

Á aðalfundinum sum var hildin tann 19. mars, stóðu Anton Arge og Óla Jákup Bech fyri vali. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Ongir eykalimir stillaðu upp og eru tí ongir eykalimir í nevndini. Somuleiðis var ongin sum stillaði upp til grannskoðara.

Mikudagin, hin 6. apríl var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Óla Jákup Bech – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur

Á myndini frá vinstru: Kristian Niclasen, Sonni Seyer, Helgi Johannesen, Anton Arge og Óla Jákup Bech.
Udgivet i Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2022 er skipað

Ársaðalfundur 2022

Ársaðalfundur verður í hølum felagsins, í Tvørgøtu 3, leygardagin tann 19. mars kl. 20:00.

Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 20:15

Áðrenn aðalfundin kl. 19:00 verður ein fyrilestur um, um- og útbyggingina av Norrønu í 2021;
Jóhan av Reyni, maritimi stjóri hjá Smyril Line, kemur at greiða frá gongdini við hesi umbygging.

Ongi uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins hava verið fyri nevndini, seinasta freist at senda inn uppskot til broytingar er 5. mars.

Allir byggifrøðingar eru vælkomnir.

Nevndin

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget | Kommentarer lukket til Ársaðalfundur 2022

Konstruktøren nr. 1 2022

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 1 í 2022.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 1 2022