Ársaðalfundur verður á Hotel Hilton í Tórshavn, leygardagin tann 29. apríl kl. 17:00.
Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 17:15
Áðrenn aðalfundin kl. 15:00 verður skipa fyri byggiplássvitjan í framleiðsluhøllini hjá Articon og síðani á byggiplássinum í Reynstúni á Argjum, har Articon uppførir eitt sambýli fyri Landsverk og Almannaverkið. Møtt verður á Hotel Hilton, bussur koyrur frá hotellinum kl.15, møti í góðari tíð.
Kaj Wacher, byggileiðari hjá Articon, kemur at greiða frá framleiðsluni av elementum til byggiverkætlanina.
Nevndin hevur fýra uppskot um broytingar í viðtøkum felagsins, umframt hetta leggur nevndin eisini fram uppskot um broyting í limagjaldinum. Nærri kunning verður send tykkum í telduboðum.
Allir byggifrøðingar eru vælkomnir á aðalfund, men skula boða frá luttøku til byggiplássvitjanina. Einans limir felagsins eru bodnir í veitlsu eftir aðalfundin.
Nevndin