Fyrimunir við limaskapi

AKF (Akademikarafelag Føroya)

Akademikarafelag Føroya (AKF) er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri feløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini eru:

– Magistarafelag Føroya
– Føroya Verkfrøðingafelag
– Føroya Byggifrøðingafelag
– Arkitektafelag Føroya

Feløgini hava hvør sín lim í nevndini í AKF. Endamálið við felagnum er at røkja felags áhugamál á tí starvsliga, lønarliga, fíggjarliga, sosiala, mentanarliga, granskingarliga og útbúgvingarliga økinum og at styrkja samanhaldið millum feløgini. Grundarlagið undir felagnum er, at sjálvstøðugu limafeløgini í AKF eisini taka sær av tørvi limanna.

Sí meira á heimasíðuni hjá AKF.

Samstarv við konstruktørforeningen

Føroya Byggifrøðingafelag hevur samstarv við danska fakfelagið Konstruktørforeningen.

Felagið arbeiðir við at útbyggja hetta samstarv, millum annað at sleppa inn í teirra starvsportal og eisini at fáa betri innlit í tey donsku sáttmála økini sum Konstruktør Foreningen hevur við land, kommunur, arkitektar, verkfrøðingar og arbeiðstakarar.

Eitt av samstarvinum við danska fakfelagið er at vit 3. hvønn mánað fáa teirra blað “konstruktøren”, og annars hava atgongd til nýggjheitsbrøv o.a. frá teimum.

Nordisk Byggsymposium

Nordisk Byggsymposium er ein óformell norðurlendsk byggiráðstevna, har javnlík fakfeløg, hvørs limir arbeiða við byggiverkætlanum av ymsum slagi, hittast. Limirnir arbeiða innan prosjektering, bygging og drift og viðlíkahaldi av bygningum. Norðurlendska byggiráðstevnan verður hildin eina ferð um árið, og vertskapurin skiftir hvørt ár millum luttakandi tjóðirnar.

Norðurlendska byggiráðstevnan er eitt forum, sum virkar fyri, at fakfeløgini kunna halda seg væl dagførd innan viðurskiftir og rák, sum taka seg upp í grannalondum okkara.

Sí meira á www.nordiskbyggsymposium.org

Tilboð frá Trygd

Trygd og 7 fakfeløg (har ímillum Føroya Byggifrøðingafelag) hava gjørt avtalu um avsláttur til allar limir í feløgunum. Avslátturin er á hesum tryggingum:

– Sethúsatrygd   30% avsláttur
– Familjutrygd   30% avsláttur
– Akfarstrygd   30% avsláttur
– Vanlukkutrygd  30% avsláttur
– Barnavanlukkutrygd  30% avsláttur

Avslátturin verður latin av galdandi grundprísum hjá Trygd.

Um samlaði skaðaprosentparturin hjá øllum limunum er undir eitt ásett % tal, kann avslátturin gerast heilt upp til 40,5%. Hetta verður uppgjørt 31.12 á hvørjum ári.

Ognarfelagið Lív

Tryggingarfelagið LÍV hevur sín serkunnleika í og veitir eftirlønar- og persónstryggingar. Lív umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hjá føroysku fakfeløgunum.

Sum størsti veitari á eftirlønarmarknaðinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. Grundarlagið fyri virksemið varð lagt í oktober mánaða 1966, tá lógin um Føroya Lívstrygging varð samtykt. 1. januar 1967 byrjaði virksemið hjá fyritøkuni.

Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær ágóðan av vinninginum hjá felagnum.

viðtøkur felagsins her

Pensjónslógin

Síðan 1. Januar 2014 er pensjónslógin broytt soleiðis, at øll skulu spara upp til egna eftirløn, við minst 1% um árið í 2014. Hetta hækkar við 1% um árið, inntil 2028, tá kravda eftirlønaruppsparingin er minst 15%.

Í lønarsáttmálanum hjá Byggifrøðingafelagnum fáa vit 16% eftirløn. Í lógini er eisini kravt at:

– Í minst lagi 45% skal gjaldast út sum ein lívrenta. Verður útgoldin mánaðarliga so leingi limurin er á lívi, men fellur burtur, tá limurin doyr.
– Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutapensjón. Verður útgoldin mánaðarliga í líka stórum lutum, yvir avtala áramál, tó í minsta lagi 10 ár.
– Í mesta lagi  15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald. Verður útgoldið í einum.

Býtið millum lívrentu og lutapensjón verður avtalað, tá uppspararin nærkast pensjónsaldrinum.

Øll pensjónslógin kann lesast á: http://www.logir.fo Lógin eitur: Løgtingslóg nr. 49 frá 14 mai 2013 um eftirløn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018.

løgtingslógina her

Pensjónsavtalan við LÍV Í stuttum um pensjóninsavtaluna Føroya Byggifrøðingafelag hevur við LÍV.

faldaran her

Pensjónsavtalan er í 2 pørtum. Annar parturin er sjálv eftirlønaruppsparingin, og hin er lívstryggingin.

Tryggingarútgjaldið er:

– Kr. 800.000,- við deyða*
– Kr. 150.000,- álvarsligar sjúkur
– Kr. 150.000,- álvarsligar sjúkur hjá barni
– Kr. 92.000 um árið. Óarbeiðsføristrygging**

  *Útgjaldi við deyða niðurtrappar tá limurin er: 60 – 61 ár til kr. 700.000,-  62 – 63 ár til kr. 600.000,- 64 – 66 ár til kr. 500.000,-

** Lív yvirtekur pensjónsuppsparingarinngjaldi hjá liminum, soleiðis at uppsparingin heldur fram inntil limurin er 67 ár. Gjaldið fyri lívstryggingina er 225 Kr/mðr. Gjaldið fyri óarbeiðsføristryggingina er 390 Kr/mðr. Pensjónsuppsparingin verður investera í partabrøv, obligatiónir, fastar ognir o.a. LÍV miðjar eftir at hava eitt avkast, sum liggur 1-2% omanfyri inflatiónina.   Ynskir tú sum limur at lesa alla avtaluna við LÍV, kanst tú seta teg í samband við okkum í nevndini, ella beinleiðis við pensjónsfelagið LÍV.