Nevndin fyri 2020 er skipað

Á eyka aðalfundinum sum var hildin tann 19. februar, stóðu Anton Arge og Karl Martin Klein fyri vali og vóru afturvaldir sum nevndarlimir í 2 ár. Kristian Niclasen, Sonni Seyer og Helgi Johannesen standa fyri vali komandi ár. Eivind Danielsen og Gunnar Gunnarson, sum vóru valdir til eykalimir stillaðu ikki uppaftur í ár. Mogens Fríði Petersen, var boðin inn sum eykalimur og tók av.

Mánadagin, hin 2. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Karl Martin Klein – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Mogens F. Petersen – Eykalimur og grannskoðari
Kirstin Hansen – Grannskoðari

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2020 er skipað

Ársaðalfundur 2020

Ársaðalfundur verður í hølum felagsins, í Tvørgøtu 3, mikudagin tann 19. februar kl. 16:30.

Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 16:45

Eftir aðalfundin bjóðar felagið okkurt til matna.

Nevndin hevur fylgjandi uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins, sí hjálagda skjal:

Allir byggifrøðingar eru vælkomnir.

Nevndin

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget | Kommentarer lukket til Ársaðalfundur 2020

Konstruktøren nr. 5 2019

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 5 frá 2019.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 5 2019

Konstruktøren nr. 4 2019

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 4 frá 2019.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Konstruktøren nr. 4 2019

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 4 2019

Limatiltak: Byggiplássvitjan á nýggju Politistøðini í Tórshavn

Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum limum felagsins at vera vælkomnar á byggipláss vitjan á nýggju Politistøðini í Tórshavn.

Kunning um verkætlanina kann lesast her:
https://www.bygst.dk/projekter/rigspolitiet,-ny-hovedpolitistation-i-torshavn/

Á hesi vitjanini verður serligur dentur lagdur á arbeiðsumhvørvið, tryg á arbeiðsplássinum. Kent Pedersen er ráðgevi í hesi verkætlan og kemur hann at greiða okkum frá, um hvussu tey loysa hesa uppgávu á hesum byggiplássinum.

Vitjanin verður mikudagin tann 23. oktobur, klokkan 16:00. Møti stundisliga.

Ikki limir sum ynskja at luttaka kunnu tekna seg sum lim áðrenn ella á byggipláss vitjanini.
Ikki er neyðugt at tekna seg til tiltaki, men boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo , so vit fáa eina hóming av hvussu nógv vit vera.

Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og wienarbreyð.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Skriv en kommentar

Konstruktøren nr. 3 2019

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 3 frá 2019.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Konstruktøren nr. 3 2019

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 3 2019

Konstruktøren nr. 2 2019

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 2 frá 2019.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Konstruktøren nr. 2 2019

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 2 2019

Konstruktøren nr. 1 2019

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 1 frá 2019.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Konstruktøren nr. 1 2019

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 1 2019

Nevndin fyri 2019 er skipað

Á eyka aðalfundinum sum var hildin tann 20. mars, stóðu Kristian Niclasen og Sonni Seyer fyri vali og vóru afturvaldir. Av tí at 3 limir hava tikið seg úr nevndini í 2018, skula hesir sessir fyllast aftur, fyribils í eitt ár. Helgi Johannesen, Karl Martin Klein og Anton Arge stillaðu upp og eru settir sum nevndarlimir í 1 ár. Eivind Danielsen og Gunnar Gunnarson vóru valdir til eykalimir.

Mikudagin, hin 27. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Kristian Niclasen       Formaður
Helgi Johannesen      Næstformaður
Sonni Seyer                Skrivari og kassameistari:
Anton Arge             Nevndarlimur / Umbið í AKF
Karl Martin Klein      Nevndarlimur
Eivind Danielsen      Eykalimur og grannskoðari
Gunnar Gunnarson Eykalimur og grannskoðari

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2019 er skipað