Limatiltak: Byggiplássvitjan á Sambýlinum á Mýruni

Byggifrøðingafelagið bjóðar hervið øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggipláss vitjan á Sambýlinum á Mýruni í Tórshavn.

Kunning um verkætlanina kann lesast her:
Sambýli til fólk við menningartarni á Mýruni (landsverk.fo)

Vit fara at hyggja uppá verkætlanina, sum er eitt sambýli fyri almannaverkið. Hesin bygningurin er í stóran part settur upp av elementum, sum eru framleidd í eini høll, fyri síðan at verða flutt út á plássið og reist. Á vitjanini leggja vit serligt fokus á hendan arbeiðsháttin.

Vitjanin verður mikudag tann 6. juli, klokkan 16:00.
Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi, Tiltøk og tagget . Bogmærk permalinket.