Byggifrøðingar, sum ynskja at tilmelda seg í felagið, kunnu gera tað her á heimasíðuni ella við at skriva til fb@fb.fo og skriva, at viðkomandi ynskir at gerast limir.
Lønarviðurskifti / Sáttmálin
Galdandi og gamlir sáttmálar og lønartalvur millum AKF og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum eru at finna á heimasíðuni hjá lønardeildini, trýst her.
Núverandi sáttmáli og lønartalva eru frá 01. oktobur 2015. Hesin sáttmáli og lønartalva vóru endurnýggjarði 23. mars 2018, við gildistíð frá 1. oktobur í 2017 til 1. oktobur 2019.
Limagjald
Limagjaldi fyri at vera limur í Føroya Byggifrøðingafelag er 200 kr./mðr.
Har av verða 100 kr. sendar víðari til AKF fyri tær uppgávur, sum tey varða av fyri okkum í byggifrøðingafelagnum.
Lesandi
Lesandi kunnu gerast limir tá 4. semestur av byggifrøðingaútbúgvingini er byrjað. Limagjaldið fyri lesandi er ókeypis, inntil tann lesandi er útlærdur.
Lesandi, sum gerast limir í Føroya Byggifrøðingafelagi fáa eisini tilboðið um avsláttur í privattryggingum frá Trygd