Viðtøkur felagsins

LÓGIR

Viðtøkur felagsins

 I. partur – AÐALVIÐTØKUR

  1. Navn
  2. Endamál
  3. Limir
  4. Lesandi
  5. Atkvøðurættur og valbæri
  6. Ábyrgd limanna
  7. Leiðsla
  8. Stýrið
  9. Skyldur stýrisins
  10. Serdeildir
  11. Broytingar av lógum felagsins

II. partur – VALVIÐTØKUR

  1. Vanligur atkvøðumeiriluti
  2. Kvalifiseraður meiriluti
  3. Val av stýrið

III. partur – LIMASKAPSVIÐTØKUR

  1. Upptøka av byggifrøðingum
  2. Upptøka av øðrum persónum
  3. Heiðurslimir
  4. Um at siga seg úr felagnum
  5. Um at siga lim úr felagnum

IV. partur – LIMAGJALDSVIÐTØKUR

  1. Gjaldstíð
  2. Eftirstøður
  3. Limagjaldslætti
  4. Limagjøld

 

I. partur – aðalviðtøkur

§ 1

Navn

Navn felagsins er Føroya Byggifrøðingafelag.

Navnið verður stuttstavað FBF.

Harafturat eru eisini hesi nøvn skrásett:

  1. Byggifrøðingafelag Føroya
  2. Føroyska byggifrøðingafelagið
  3. Byggifrøðingafelagið
  4. Føroya Bygningskonstruktørfelag
  5. Bygningskonstruktørfelag Føroya
  6. Bygningskonstruktørfelagið
  7. Føroya Konstruktørfelag
  8. Konstruktørfelag Føroya
  9. Konstruktørfelagið

 

§ 2

Endamál

Endamál felagsins er:

at virka fyri góðum starvsbrøðrarligum viðurskiftum limanna millum,

at bøta um atstøðurnar at halda við líka og økja um teknisku og mentunarligu útbúgvingina hjá byggifrøðingastættinum

at virka fyri arbeiðis- og lønarkorum limanna,

og annars taka sær av felags áhugamálum limanna.

  

§ 3

Limir

Limir kunnu gerast:

Allir byggifrøðingar (bygningskonstruktørar) búsitandi í Føroyum.

Persónar sum sum fara undir lesnað sum byggifrøðingur, kunna søkja um at gerast limir í felagnum.

Persónar, ið á serstakliga virðismiklan hátt hava verið byggifrøðingastættini til frama, kunnu gerast heiðurslimir. Limur, sum fer av landinum, missir ikki limarættin.

Limaskaparspurningarnir eru nærri viðgjørdir í limaskaparviðtøkunum (III. partur).

§ 4

Lesandi

Persónar, ið lesa byggifrøði, kunna vera við í felagsskapinum eftir teimum reglum, ið nevndar eru í I. parti grein 5, III. parti grein 1 og IV. parti grein 4.

  

§ 5

Atkvøðurættur og valbæri

Bert limir, búsitandi í Føroyum, eru valbærir og hava atkvøðurætt eftir teimum reglum, ið lógfestar eru í vælsamtyktunum.

Lesandi eru tó ikki valbærir til stýri og hava ikki atkvøðurætt á aðalfundum.

 

§ 6

Ábyrgd limanna

Limirnir hava skyldu at virka fyri endamáli felagsins og fylgja teimum reglum, sum ásettar eru í lógunum.

 

§ 7

Leiðsla

Hægsta vald felagsins er aðalfundurin, ið hildin verður á hvørjum árið og í seinasta lagi í fyrsta ársfjórðingi.

Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið 11 av teimum limum, ið atkvøðurætt hava, eru møttir til fundar. Er fundurin ikki viðtøkuførur, skal stýri boðað til nýggjan aðalfund, sum so er viðtøkuførur uttan mun til luttøku.

Dagligu leiðsluna hevur eitt fimmmannastýri, sum verður valt á aðalfundinum, ið eisini velur tveir tiltakslimir og tveir grannskoðarar.

Val fer fram á hvørjum árið og verða tá valdir aðru hvørja ferð tveir og tríggir stýrislimir, ein tiltakslimur og ein grannskoðari.

Starvstíðin hjá stýrislimum, tiltakslimum og grannskoðarum er tvey ár.

Mannagongdin á vanligum aðalfundi er henda:

  1. Val av fundarstjóra (orðstýrara).
  2. Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.
  3. Frágreiðing frá stýrinum.
  4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi, sum skal fylgja álmanakkaárinum.
  5. Val av stýris- og tiltakslimum.
  6. Val af grannskoðarum.
  7. Viðgerð av uppskotum um lógarbroytingar frá stýri ella limum; (uppskot frá limum skulu vanliga verða stýrinum skrivliga fimm dagar undan aðalfundinum).
  8. Ymiskt
  9. Fundarbókin verður undirskrivað av skrivara og orðstýrara.

 

§ 8

Stýrið

  1. Stýrið skipar seg sjálvt á hvørjum árið á fyrsta stýrisfundi aftaná aðalfundin. Tá ið valdir verða formaður, næstformaður, skrivari og kassameistari, skulu allir fimm stýrislimir verða á fundi.
  2. Formaðurin kallar stýrið saman til fundar, tá ið hann heldur tað vera neyðugt, ella um tveir ella fleiri stýrislimur ynskja tað. Næstformaðurin tekur við starvi sum formansins, um hesum berst frá.
  3. Skrivari og kassameistari, ið skal vera sami persónur, er vanliga einasti stýrislimur, ið fær samsýning fyri tað arbeiðið, hann ger. Samsýningin verður ásett av stýrinum. Harumframt hevur stýrið heimild at gjalda aðra neyðuga hjálp.
  4. Stýrisfundur verður, um gjørligt, boðaður við fýra daga freist, og nevnd verða tey mál, ið skulu viðgerast á stýrisfundinum.
  5. Stýrið er viðtøkuført, tá ið tríggir stýrislimir eru til fundar, teirra millum formaðurin ella næstformaðurin.
  6. Stýrið hevur heimild at seta starvsnevndir.
  7. Felagið verður bundið annahvørt við undirskrift formansins ella skrivarans.

 

§ 9

Skyldur stýrisins

  1. Stýrið skal virka fyri at fremja tað, ið tí er álagt av aðalfundinum.
  2. Stýrið skal føra gerðabók yvir stýrisfundirnar, sum verða at undirskriva av øllum stýrislimum, ið møttir eru til fundar.
  3. Stýrið skal boða til vanliga ársaðalfund við fjúrtan daga freist og leggja fram:
    1. Ársfrágreiðing
    2. Grannskoðaðan roknskap.
  4. Stýrið skal boðað til eykaaðalfund, tá ið átrokandi mál koma fyri, sum tað ikki heldur seg hava heimild til at greiða, ella eftir áheitan frá minst einum fjórðaparti av øllum limum felagsins.

 

§ 10

Serdeildir

Serdeildir kunnu setast á stovn, tá ið tørvur er á hesum, ella tá ið minsta lagi ein helmingur av limunum í einari ávísari yrkisgrein krevur tað. Stýrið setir trímannanevnd at gera uppskot til viðtøkur fyri serdeildir, ið verða at leggja fyri á aðalfundi til góðkenningar við kvalifiseraðum meiriluta.

 

§ 11

Broytingar av lógum felagsins

Uppskot til lógarbroyting skulu ganga um stýrið og viðgerast á árliga aðalfundinum. Til samtykt av broytingaruppskotum krevst kvalifiseraður meiriluti.

II. partur – valviðtøkur

Niðanfyri tilskilaðu reglur eru galdandi fyri val og atkvøðugreiðslur í FBF og serdeildum felagsins, um so er, at ikki aðrar reglur týðuliga og greitt eru ásettar í lógunum ella viðtøkunum fyri tær ávísu deildirnar.

 

§ 12

Vanligur atkvøðumeiriluti

Har ikki annað er ásett, verða allar avgerðir at taka við vanligum atkvøðumeiriluta eftir hesum reglum:

Verður bert atkvøtt um eitt uppskot, er hetta samtykt, tá tað fær fleiri atkvøður fyri enn ímóti, uttan mun til, um atkvøðurnar fyri uppskotinum eru ein meiriluti av teimum, ið eru til staðar, og sum hava atkvøðurætt. Stendur á jøvnum, verður málið at avgera við lutakasti, um so er, at atkvøðan snýr seg um val. Í øðrum førum kann fundarstjórin, har atkvøðan fer fram, taka avgerð í málinum.

Tá atkvøtt verður um tvey uppskot, er tað uppskotið samtykt, sum fær flestu atkvøðurnar, uttan mun til, um atkvøðurnar fyri hesum uppskoti eru ein meiriluti av teimum, ið til staðar eru, og sum atkvøðurætt hava. Stendur á jøvnum, verður farið fram sum tilskilað í 1. petti.

Tá fleiri enn tvey uppskot eru sett fram verður í fyrsta umfari atkvøtt um øll uppskotini. Eftir fyrstu atkvøðugreiðslu fellur tað uppskotið burtur, ið fær fæstu atkvøðurnar. Hetta verður um neyðugt at avgera við lutakasti. Síðan verður atkvøtt av nýggjum, til bert tvey uppskot eru eftir. Hereftir verður atkvøðugreiðslan eftir teimum í stk. 2 tilskilaðu reglum.

 

§ 13

Kvalifiseraður meiriluti

Tá avgerð skal takast við kvalifiseraðum meiriluta, er samtykt treytað av, at minst 2/3 av teimum, ið til staðar eru, og sum atkvøðurætt hava, atkvøða fyri uppskotinum.

Fær eitt uppskot ikki tann neyðuga kvalifiseraða meiriluta við fyrstu atkvøðugreiðslu, kann fundarstjórin seta uppskotið undur atkvøðu av nýggjum til at vita, um tann neyðugi meirilutin ikki kann fáast til vega.

Verða undir viðgerð av uppskoti, ið krevur kvalifiseraðan meiriluta, sett fram broytingaruppskot, kunnu hesi verða samtykt við vanligum atkvøðumeiriluta og harvið føra til broytingar í uppruna-liga uppskotinum. Broytta uppskotið skal tó hava kvalifiseraðan meiriluta fyri at verða samtykt.

  

§ 14

Val av stýri

Atkvøðugreiðslan er skrivlig. Á atkvøðuseðlinum skulu standa 2 ávikavist 3 valevni. Teir 2 ávikavist 3, ið hava flest atkvøður, eru valdir í nevnd og tann næsti verður eykamaður. Valbærir limir hava skyldu at taka við vali.

Eftir tvey skeið kann nevndarlimur bera seg undan í eitt skeið.

 

III. Partur – limaskapsviðtøkur

§ 15

Upptøka av byggifrøðingum

Umsókn um upptøku verður at senda stýrinum skrivliga. Tá ið teir upplýsingar, sum krevjast, eru fingnir til vega, ella prógva er, at ongar atstøður eru, ið tala fyri, at umsóknin eigur at verða løgd fyri aðalfundin, kann stýrið játta upptøku.

Stýrið kann sýta upptøku.

Tá so er, kann umsøkjarin krevja umsóknina lagda fyri fyrstkomandi aðalfund, ið kann játta upptøku við vanligum meiriluta. Umsøkjarin hevur rætt til at lata seg umboða av einum limi í felagnum undir viðgerðini av málinum á aðalfundinum.

Um søkt verður um limaskap aftaná at verða settur í starv, kann limur ikki krevja hjálp frá felagnum, fyrr enn limaskapurin hevur vart í 6 mánaðir. Sama er galdandi fyri persónar, sum fyrr hava verið limir, tá ið limaskapurin verður endurnýggjaður.

 

§ 16

Upptøka av øðrum persónum

Umsókn um upptøku frá persóni, ið sambært I parti grein 3, stk. 3 kann gerast limur í FBF, verður at senda stýrinum skrivliga. Tá ið stýrið hevur kannað tílíka umsókn og fingið til vega teir upplýsingar, ið kunnu sigast at vera av týdningi fyri støðutakan til umsóknina, verður hon at leggja fyri fyrstkomandi aðalfund til avgerðar um upptøku við vanligum atkvøðumeiriluta.

 

§ 17

Tilnevning av heiðurslimum

Sambært I. parti, grein 3, stk.5

Heiðurslimir verða tilnevndir av aðalfundinum eftir tilmæli frá stýrinum.

Aðalfundur tekur endaliga avgerð við kvalifiseraðum meiriluta.

 

§ 18

Um at siga seg úr felagnum

Limur kann bert siga seg úr felagnum við trimum mánaða skrivligari ávaring.

 

§ 19

Um at siga lim úr felagnum

Stýrið kann taka limarættin frá limi, um hesin misheldur limagjaldsskyldur sínar.

Eisini kann limarætturin takast frá limi, um tað kann prógvast, at limurin við vilja hevur skatt felagsins umdømi, og skal mannagongdin í slíkum føri vera henda:

Stýrið skal einmælt leggja fyri aðalfundin uppskot um at taka limarættin frá viðkomandi limi, og kann uppskotið bert fremjast, um aðalfundurin viðtekur tað við kvalifiseraðum meiriluta.

 

IV. Partur – limagjaldsviðtøkur

§ 20

Gjaldstíð v.m.

Limagjald fellur sjálvvirkandi til gjaldingar, ávikavist 1. februar, 1. mai, 1. august og 1. novembur. Limir kunna sjálvir avgera um gjaldið skal falla um kvartalið, hálvárið ella árliga.

Limagjaldsskyldan hjá nýggjum limi fær gildi, frá fyrsta gjaldinum eftir limur er góðtikin smb. § 15.
Limarætturin er ikki galdandi fyrr enn 3 mánaðir eftir at fyrsta gjaldið er móttikið.

Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum ella í tíðarskeiði, har viðkomandi ikki hevur havt limaskap í felagnum.

 

§ 21

Eftirstøður

Stýrinum er heimilað at taka limarættin frá limi, ið hevur størri eftirstøðu enn eitt ½ ársgjald; men stýrið kann tó, um so skal vera, veita limi longri gjaldfreist. Limir við eftirstøðu størri enn 1 ársgjald missa sjálvvirkandi limarættin uttan ávaring.

Stýrið er ikki heimilað at avskriva limi eftirstøðu, uttan so er, at hesin samstundis missir limarættin, og kann limur ið á henda hátt fer úr felagnum, ikki vinna limarættin aftur, fyrr enn eftirstøðan er goldin. Tó kann nevndin gera undantøk, um persónur hevur verið úr felagnum í meir enn 5 ár, og ynskir at søkja um limaskap av nýggjum.

Útkoyrdir limir kunnu eftir umsókn gerast limir aftur, tá ið tvey ár eru liðin, um nevndin játtar. Felagið kann tó ikki átaka sær, at viðgera mál hjá viðkomandi limi fyrr enn møgulig eftirstøða er afturgoldin, umframt treytir í § 20 um limaskyldu og limarætt eru roknar.

 

§ 22

Limagjaldslætti

Stýrið kann veita einum limi munandi lætta í limagjaldinum, um hann vegna aldur ella av aðrari av honum sjálvum ikki tilætlaðari orsøk hevur skerda ella onga inntøku. Limur sum fyri longri tíðarskeið uttan løn nemir hægri læru, kann eisini fáa hesar sømdir.

 

§ 23

Limagjøld

Limagjøldini verða ásett á aðalfundinum.

Heiðurslimir lata ikki limagjald til FBF, men rinda ásetta gjaldið hjá AKF. Limur, ið fyllir 67 ár, rindar bert til FBF og fær gjaldið til AKF avtikið.

Samtykt á aðalfundi í Tórshavn, tann 29. apríl 2023.