Ársaðalfundur verður í hølum felagsins, í Tvørgøtu 3, leygardagin tann 19. mars kl. 20:00.
Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 20:15
Áðrenn aðalfundin kl. 19:00 verður ein fyrilestur um, um- og útbyggingina av Norrønu í 2021;
Jóhan av Reyni, maritimi stjóri hjá Smyril Line, kemur at greiða frá gongdini við hesi umbygging.
Ongi uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins hava verið fyri nevndini, seinasta freist at senda inn uppskot til broytingar er 5. mars.
Allir byggifrøðingar eru vælkomnir.
Nevndin