Um felagið

Vit í byggifrøðingafelagnum vilja fegin hjálpa nýútlærdum byggifrøðingum at finna sítt dreymastarv. Vit bjóða øllum nýútlærdum byggifrøðingum, sum hava teknað seg sum lim hjá okkum, at fáa eitt skeið og hjálp til at skriva so góðar umsóknir sum gjørligt.

Eisini kunnu skeiðsluttakarar læra at “selja” seg sjálvar, tá ein verður boðin til samtalu. Á facebook er ein bólkur sum eitur “Føroyskir byggifrøðingar”, har eru allir byggifrøðingar vælkomnir at vera við. Har plaga vit at sláa allar starvslýsingar upp, sum vit fáa eygað á.

Endamál felagsins er:


◾at virka fyri góðum starvsbrøðraligum viðurskiftum limanna millum
◾at bøta um atstøðurnar at halda við líka og økja um teknisku og mentunarligu útbúgvingina hjá byggifrøðingastættunum
◾at virka fyri arbeiðis- og lønarkurum limanna
◾og annars taka sær av felags áhugamálum

Nakrir av fyrimununum tú fært sum limur eru:


◾Betri treytir hjá Pensjónsfelagnum LÍV
◾Bíligari privattryggingar hjá Trygd
◾Hjálp at finna títt dreyma starv
◾Spennandi tiltøk sum felagið skipar fyri
◾Felagið bakkar teg upp, um tú verður fyri órætti av arbeiðsgevara
◾Rættarhjálp
◾Eitt netverk millum byggifrøðingar á øllum økjum í vinnuni
◾Møguleika at koma upp í nevndina og gera tína ávirkan galdandi fyri at fáa felagið at virka enn betur.
◾O.a.