Á aðalfundinum sum var hildin tann 19. mars, stóðu Anton Arge og Óla Jákup Bech fyri vali. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Ongir eykalimir stillaðu upp og eru tí ongir eykalimir í nevndini. Somuleiðis var ongin sum stillaði upp til grannskoðara.
Mikudagin, hin 6. apríl var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Óla Jákup Bech – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
