Felags álitisfólkaval fyri AKFarar um alt landið

Á limafundi hin 8. desembur 2021, vóru øll limafeløgini í AKF saman við nevndini, á einum málið samd um, at stórur tørvur er á betur skipaðum viðurskiftum, hjá álitisfólkum kring landið. Við hesum var semja um, at AKF og feløgini í 2022 skula gera meir við hetta arbeiðið.

Fyrsta liðið er, at skipa fyri einum felags álitisfólkavalið fyri allar AKFarar. Soleiðis at vit øll skipa okkum og boða frá aftur til AKF, um hvør er valdur til álitisfólk á virkjum og stovnum kring landið. Hesin leistur skal síðan halda fram, soleiðis at vit annað hvørt ár skipa fyri ein felags valið.
Sí kunningarskriv frá AKF í leinkju.

Velji álitisfólk

Kunning frá AKF um álitisfólkaval

AKF fer síðan undir arbeiðið at skipa fyri kunnandi fundi um skyldur og heimildir hjá álitisfólkum, umframt at skipa fyri álitisfólkaskeiðið seinni á árinum.

Við fakfelagskvøðu

Byggifrøðingafelagið.

 Føroya Byggifrøðingafelag er eitt fakfelag, ið hevur til endamáls at virka fyri arbeiðis- og lønarkorum limanna.

Udgivet i Fakfelagið, Tíðindi, Tiltøk | Tagget , , | Kommentarer lukket til Felags álitisfólkaval fyri AKFarar um alt landið

Konstruktøren nr. 5 2021

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 5 í 2021.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 5 2021

Konstruktøren nr. 4 2021

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 4 í 2021.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 4 2021

Konstruktøren nr. 3 2021

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 3 í 2021.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 3 2021

Konstruktøren nr. 2 2021

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 2 í 2021.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 2 2021

Konstruktøren nr. 1 2021

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 1 í 2021.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 1 2021

Arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum

Vit vilja við hesum kunna um, at spurnakanningin “Arbeiðið og tú” er farin av bakkastokki. Hetta er ein kanning, sum hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum. Sí meira um kanningina her: health.fo/verkætlan

Føroya Byggifrøðingafelag skal við hesum heita á allar byggifrøðingar um at svara hesi kanning og verða við til at seta sjóneyga á arbeiðsumhvørvið í Føroyum.
Leinkja til spurnarblaðið er her:
Vælkomin til spurnakanningina (health.fo)

Kanningin hevur til endamáls at lýsa ymsar síður av arbeiðsumhvørvinum hjá tí einstaka føroyinginum eldri enn 18 ár.
Við at savna inn vitan um títt sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvi, ynskja vit at vera við til at betra um arbeiðsumhvørvið hjá arbeiðstakarum í Føroyum.

Verkætlanarleiðari er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og phd
Teldupostur: annika@health.fo

Udgivet i Kanningar, Tíðindi | Tagget , | Skriv en kommentar

Limatiltak: Byggiplássvitjan á íbúðarbyggingini á Fløtum

Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar á byggipláss vitjan í íbúðarbyggingini á Fløtum í Tórshavn.

Kunning um verkætlanina kann lesast her:
https://www.skyn.fo/Bustadarlysing/Faldari_bustadarlysing.pdf

Vitjanin verður í morgin mikudagur tann 19. mai, klokkan 15:30.
Møti stundisliga.

Vegna Korona er enn umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum. Tit sum longu hava boða frá eru enn á listanum, kunnast kann um, at í verandi løtu eru pláss fyri 6 luttakarum aftrat.

Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo, tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.

Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.

Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi aftaná.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Skriv en kommentar

Nevndin fyri 2021 er skipað

Á aðalfundinum sum var hildin tann 27. februar, stóðu Kristian Niclasen, Helgi Johannesen og Sonni Seyer fyri vali. Allir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Karl Martin Klein yngsti at verða tikin úr nevndini í úrtíð, fyri Karl Martin stillaði Óla Jákup Bech upp og var valdur. Hetta er tó galdandi í 1 ár, og skal Óla Jákup tú aftur veljast inn á næsta aðalfundi. Hetta tí at nevndin fast hevur val fyri ávikavist 2 og 3 limum á hvørjum aðalfundi. Anton Arge og Óla Jákup standa fyri vali komandi ár. Ongir eykalimir stillaðu upp og eru tí ongir eykalimir í nevndini. Somuleiðis var ongin sum stillaði upp til grannskoðara. Nevndin arbeiðir fyri at finna grannskoðara til roknskaparárið 2021.

Mánadagin, hin 19. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Óla Jákup Bech – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2021 er skipað