Arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum

Vit vilja við hesum kunna um, at spurnakanningin “Arbeiðið og tú” er farin av bakkastokki. Hetta er ein kanning, sum hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum. Sí meira um kanningina her: health.fo/verkætlan

Føroya Byggifrøðingafelag skal við hesum heita á allar byggifrøðingar um at svara hesi kanning og verða við til at seta sjóneyga á arbeiðsumhvørvið í Føroyum.
Leinkja til spurnarblaðið er her:
Vælkomin til spurnakanningina (health.fo)

Kanningin hevur til endamáls at lýsa ymsar síður av arbeiðsumhvørvinum hjá tí einstaka føroyinginum eldri enn 18 ár.
Við at savna inn vitan um títt sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvi, ynskja vit at vera við til at betra um arbeiðsumhvørvið hjá arbeiðstakarum í Føroyum.

Verkætlanarleiðari er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og phd
Teldupostur: annika@health.fo

Dette indlæg blev udgivet i Kanningar, Tíðindi og tagget , . Bogmærk permalinket.