Felags álitisfólkaval fyri AKFarar um alt landið

Á limafundi hin 8. desembur 2021, vóru øll limafeløgini í AKF saman við nevndini, á einum málið samd um, at stórur tørvur er á betur skipaðum viðurskiftum, hjá álitisfólkum kring landið. Við hesum var semja um, at AKF og feløgini í 2022 skula gera meir við hetta arbeiðið.

Fyrsta liðið er, at skipa fyri einum felags álitisfólkavalið fyri allar AKFarar. Soleiðis at vit øll skipa okkum og boða frá aftur til AKF, um hvør er valdur til álitisfólk á virkjum og stovnum kring landið. Hesin leistur skal síðan halda fram, soleiðis at vit annað hvørt ár skipa fyri ein felags valið.
Sí kunningarskriv frá AKF í leinkju.

Velji álitisfólk

Kunning frá AKF um álitisfólkaval

AKF fer síðan undir arbeiðið at skipa fyri kunnandi fundi um skyldur og heimildir hjá álitisfólkum, umframt at skipa fyri álitisfólkaskeiðið seinni á árinum.

Við fakfelagskvøðu

Byggifrøðingafelagið.

 Føroya Byggifrøðingafelag er eitt fakfelag, ið hevur til endamáls at virka fyri arbeiðis- og lønarkorum limanna.

Dette indlæg blev udgivet i Fakfelagið, Tíðindi, Tiltøk og tagget , , . Bogmærk permalinket.