Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar á byggipláss vitjan í íbúðarbyggingini á Fløtum í Tórshavn.

https://www.skyn.fo/Bustadarlysing/Faldari_bustadarlysing.pdf
Vitjanin verður í morgin mikudagur tann 19. mai, klokkan 15:30.
Møti stundisliga.
Vegna Korona er enn umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum. Tit sum longu hava boða frá eru enn á listanum, kunnast kann um, at í verandi løtu eru pláss fyri 6 luttakarum aftrat.
Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo, tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.
Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.
Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi aftaná.