Limatiltak: Byggiplássvitjan á nýggju Politistøðini

Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum limum felagsins, at vera vælkomnar á byggipláss vitjan á nýggju Politistøðini í Tórshavn.

Nýggja Politistøðin
Kunning um verkætlanina kann lesast her:
https://bygst.dk/byggeri/projekter/rigspolitiet-ny-hovedpolitistation-i-t%c3%b3rshavn/

Vit hava verið her fyrr, men tá var bygningurin nýgligani innilokaður og onki var gjørt innan. Tað var í novembur í 2019, at vit vitjaðu á politistøðini, nú hava vit kjansin at vitja aftur.
Vit skula tó gera vart við, at tað ikki er vist, at vit sleppa runt í øllum bygninginum, orsaka av at gólvarbeiði eru í gongd.

Vitjanin verður hósdagin í komandi viku, tann 11. mars, broytt til 18. mars, klokkan 15:30.
Møti stundisliga.

Vegna Korona støðuni er sera umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum. Tit sum longu hava boða frá eru enn á listanum, kunnast kann um, at pláss eru fyri 9 luttakarum aftrat.

Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo, tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.

Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.

Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og okkurt omaná.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | 1 kommentar

Ársaðalfundur 2021

Ársaðalfundur verður í hølum felagsins, í Tvørgøtu 3, leygardagin tann 27. februar kl. 19:00.

Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 19:15

Eftir aðalfundin verður ein fyrilestur um larm og ljóð viðurskifti í bygningum;
Hallur Johannessen frá GADE & MORTENSEN • AKUSTIK A/S kemur at greiða frá.

Ongi uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins hava verið fyri nevndini.

Allir byggifrøðingar eru vælkomnir, tó skal luttøka fráboðast á umsiting@fb.fo, í seinasta lagi hósdagin. Soleiðis at nevndin hevur tal á luttakarum og um neyðugt verður aðalfundurin fluttur í onnur hóskandi høli, til tess at kunna halda tilmæli um frástøðu.

Nevndin

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget | Kommentarer lukket til Ársaðalfundur 2021

Limatiltak: Byggiplássvitjan á íbúðarverkætlanini undir Kongavarða á Argjum

Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum limum felagsins at vera vælkomnar á byggipláss vitjan á íbúðarverkætlanini undir Kongavarða.

Kunning um verkætlanina kann lesast her:
https://www.mark.fo/um-nordcar

Á hesi vitjanini verður serligur dentur lagdur á byggiháttin við modulum. Nikkel Petersen byggiteknikari hjá spf MARK kemur at vísa okkum runt og svara ymsum spurningum.

Vitjanin verður longu hósdagin tann 26. novembur, klokkan 15:00. Møti stundisliga.

Vegna Korona støðuni er sera umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum.
Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo , tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.

Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.

Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og wienarbreyð omaná.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Skriv en kommentar

Konstruktøren nr. 4 2020

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 4 í 2020.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 4 2020

Konstruktøren nr. 3 2020

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 3 í 2020.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 3 2020

Konstruktøren nr. 2 2020

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 2 í 2020.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 2 2020

Konstruktøren nr. 1 2020

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 1 í 2020.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 1 2020

Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum.

Góðu tit øll, her kemur ein áheitan um at stuðla eini verkætlan, sum hevur til endamáls at lýsa, hvussu samfelagsligu átøkini í samband við COVID-19 ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum.

Fakfelagssamstarvið heitir á allar løntakarar, eldri enn 18 ár, um at stuðla verkætlanini. Tú kanst stuðla við at luttaka í hesari spurnarkannig, fylg leinkjuni her;

https://www.soscisurvey.de/salarheilsa/

Kanningin er dulnevnd. Ongar persónsupplýsingar verða umbidnar ella skrásettar. Tað tekur umleið 20 min. at svara spurningunum. Úrslitini verða almannakunngjørd, tá kanningin er liðug.

Um áhugi er at vita meiri um verkætlanina, so ber til at lesa um hana á heimasíðuni hjá heilsurøktarafelagnum, sí leinkjuna niðanfyri;

http://www.heilsuroktarafelagid.fo/salarheilsan-hja-loenatakarum-undir-covid-19-atoekunum-kannast

Vit takka fyri tykkara stuðul.

Udgivet i Kanningar, Tíðindi | Tagget , | Skriv en kommentar

Nevndin fyri 2020 er skipað

Á eyka aðalfundinum sum var hildin tann 19. februar, stóðu Anton Arge og Karl Martin Klein fyri vali og vóru afturvaldir sum nevndarlimir í 2 ár. Kristian Niclasen, Sonni Seyer og Helgi Johannesen standa fyri vali komandi ár. Eivind Danielsen og Gunnar Gunnarson, sum vóru valdir til eykalimir stillaðu ikki uppaftur í ár. Mogens Fríði Petersen, var boðin inn sum eykalimur og tók av.

Mánadagin, hin 2. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Karl Martin Klein – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Mogens F. Petersen – Eykalimur og grannskoðari
Kirstin Hansen – Grannskoðari

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2020 er skipað