Nevndin fyri 2020 er skipað

Á eyka aðalfundinum sum var hildin tann 19. februar, stóðu Anton Arge og Karl Martin Klein fyri vali og vóru afturvaldir sum nevndarlimir í 2 ár. Kristian Niclasen, Sonni Seyer og Helgi Johannesen standa fyri vali komandi ár. Eivind Danielsen og Gunnar Gunnarson, sum vóru valdir til eykalimir stillaðu ikki uppaftur í ár. Mogens Fríði Petersen, var boðin inn sum eykalimur og tók av.

Mánadagin, hin 2. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Karl Martin Klein – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Mogens F. Petersen – Eykalimur og grannskoðari
Kirstin Hansen – Grannskoðari

Dette indlæg blev udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi og tagget , , . Bogmærk permalinket.