Góðu tit øll, her kemur ein áheitan um at stuðla eini verkætlan, sum hevur til endamáls at lýsa, hvussu samfelagsligu átøkini í samband við COVID-19 ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum.
Fakfelagssamstarvið heitir á allar løntakarar, eldri enn 18 ár, um at stuðla verkætlanini. Tú kanst stuðla við at luttaka í hesari spurnarkannig, fylg leinkjuni her;
https://www.soscisurvey.de/salarheilsa/
Kanningin er dulnevnd. Ongar persónsupplýsingar verða umbidnar ella skrásettar. Tað tekur umleið 20 min. at svara spurningunum. Úrslitini verða almannakunngjørd, tá kanningin er liðug.
Um áhugi er at vita meiri um verkætlanina, so ber til at lesa um hana á heimasíðuni hjá heilsurøktarafelagnum, sí leinkjuna niðanfyri;
http://www.heilsuroktarafelagid.fo/salarheilsan-hja-loenatakarum-undir-covid-19-atoekunum-kannast
Vit takka fyri tykkara stuðul.
Leita
Tíðindi til Byggifrøðingar
Heimasíða hjá Føroya Byggifrøðinga felag. Á heimasíðuni finnur tú millum annað tíðindi, lógir og slóðir. Hetta er staðið á alnótini har byggi-frøðingar kunna finna kunning um starvsfólkaviðurskifti.FBF heldur til á
fb@fb.foSocialu miðlar