Sjúkrarøktaretiska Ráðið og Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri temadegi við Psykologinum Dorthe Birkmose, undir heitinum: Fimm fet frá ráan
Fríggjadagin hin 13 september 2024 kl 9.00 til 15.00 Kostnaður, íroknað morgunmat, miðmála og kaffi/te fyrra- og seinnapart: – Áðrenn hin 15 juni: 1200,- kr – Aftaná hin 15 juni: 1500,- kr Seinasta freist at keypa atgongumerki er hin 1. september. Atgongumerkjasølan fer fram á billett.fo https://billett.fo/FPS?TicketId=2102
Tá starvsfólk kennir seg umsorganarmøddan, máttleysan og moralskt strongdan, kann ráan verða ein máti, viðkomandi brúkar til at megna støðuna. Ráan er ein roynd at tola ov nógv, við at hugsa og føla minni enn tað, ein í veruleikanum ger Ráanin er ikki trupulleikin. Trupulleikin er hinvegin, at ráanin kann gerast neyðug.
Á aðalfundinum sum var hildin tann 24. februar, stóðu Anton Arge og Óla Jákup Bech fyri vali. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Tveir eykalimur koma uppí nevndini aftrat.
Mánadagin, hin 26. februar var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Helgi Johannesen – Formaður Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari: Óla Jákup Bech – Nevndarlimur Kristian Niclasen – Nevndarlimur Dávur Winther – Tiltakslimur (ikki við á myndini) Hanus Dahl Kastalag – Tiltakslimur Súsanna Árnadóttir Joensen – Tiltakslimur
Á myndini frá vinstru: Kristian Niclasen, Súsanna Joensen, Hanus Dahl Kastalag, Anton Arge, Óla Jákup Bech, Helgi Johannesen og Sonni Seyer.
Nú kom tað ið vit leingi hava bíða eftir, eitt setanarbræv sum byggifrøðingar í privata geiranum kunna nýta tá ið teir skula setast í starv. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Akademikarafelagið samdust tann 25. januar um hendan slóðbrótandi leistin, sum gevur øllum byggifrøðingum í privata geiranum eina sáttmála trygd ógvuliga lík tí, sum er í almenna geiranum. Sí tíðindini hjá AKF her.
Føroya byggifrøðingafelag vil við hesum heita á allar byggifrøðingar í privata geiranum, sum ikki eru limir í felagnum, um at tekna seg sum lim skjótast gjørligt her.
Umframt hetta, heita vit á tykkum um at seta seg í samband við sín arbeiðsgevara um nýggja setunarbrævið. Tað verður mælt øllum byggifrøðingum til, at endurskoða verðandi sáttmála og saman við arbeioðsgevaranum, at endurnýggja hendan við nýggja setunarbrævið.
Sambært § 9 í viðtøkum felagsins, verður við hesum boði til árliga aðalfundin hjá Føroya Byggifrøðingafelagið, leygardagin hin 24. februar kl. 17:00. Aðalfundurin verður hildin á Hotel Hilton í Tórshavn.
Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 17:15. Nærri kunning um mál og limagjald verður send tykkum í telduboðum.
Áðrenn aðalfundin kl. 14:00 verður skipa fyri byggiplássvitjan, nærri kunning verður send í telduboðum. Møtt verður á Hotel Hilton, bussur koyrur kl.14, møti í góðari tíð. Eftir aðalfundin verður veitsla saman við hinum feløgunum í AKF.
Allir byggifrøðingar eru vælkomnir á aðalfund, men skula boða frá luttøku til byggiplássvitjanina. Einans limir felagsins eru bodnir í veitlsu eftir aðalfundin.
Byggifrøðingafelagið bjóðaði herfyri øllum byggifrøðingum við áhuga, byggipláss vitjan í Sandoyartunnlinum.
Tunnilin er næstan liðugur og verður seinasta hond løgd í arbeiði áðrenn tunnilin letur upp tann 21. desembur. Vit fingu høvi at síggja tunnilin áðrenn hann letur upp fyri almenninginum. Tað vóru Petur Asbjørn Lervig hjá NCC og Klæmint Eliasen hjá Spenn, ið vístu okkum runt og greiddu frá.
Myndin er frá síðuni Snar.fo
Vitjanin var týsdagin tann 12.12.2023 kl 16.00.
Udgivet iTíðindi, Tiltøk|TaggetByggiplássvitjan|Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan í Sandoyartunnlinum
Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála fríggjadagin. Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á ein samlaðan lønarvøkstur á 12,7 %
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktobur í 2022 til 30. septembur í 2025. Tann 1. oktober í 2022 hækka allar mánaðarlønir 3,80 % Tann 1. oktober í 2023 hækka allar mánaðarlønir 4,15 % Tann 1. oktober í 2024 hækka allar mánaðarlønir 4,75 %
Heimasíða hjá Føroya Byggifrøðinga felag. Á heimasíðuni finnur tú millum annað tíðindi, lógir og slóðir. Hetta er staðið á alnótini har byggi-frøðingar kunna finna kunning um starvsfólkaviðurskifti.