Vit vilja við hesum kunna um, at spurnakanningin “Arbeiðið og tú” er farin av bakkastokki. Hetta er ein kanning, sum hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá føroyingum. Sí meira um kanningina her: health.fo/verkætlan
Føroya Byggifrøðingafelag skal við hesum heita á allar byggifrøðingar um at svara hesi kanning og verða við til at seta sjóneyga á arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Leinkja til spurnarblaðið er her: Vælkomin til spurnakanningina (health.fo)
Kanningin hevur til endamáls at lýsa ymsar síður av arbeiðsumhvørvinum hjá tí einstaka føroyinginum eldri enn 18 ár. Við at savna inn vitan um títt sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvi, ynskja vit at vera við til at betra um arbeiðsumhvørvið hjá arbeiðstakarum í Føroyum.
Verkætlanarleiðari er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og phd Teldupostur: annika@health.fo
Vitjanin verður í morgin mikudagur tann 19. mai, klokkan 15:30. Møti stundisliga.
Vegna Korona er enn umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum. Tit sum longu hava boða frá eru enn á listanum, kunnast kann um, at í verandi løtu eru pláss fyri 6 luttakarum aftrat.
Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo, tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.
Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.
Á aðalfundinum sum var hildin tann 27. februar, stóðu Kristian Niclasen, Helgi Johannesen og Sonni Seyer fyri vali. Allir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Karl Martin Klein yngsti at verða tikin úr nevndini í úrtíð, fyri Karl Martin stillaði Óla Jákup Bech upp og var valdur. Hetta er tó galdandi í 1 ár, og skal Óla Jákup tú aftur veljast inn á næsta aðalfundi. Hetta tí at nevndin fast hevur val fyri ávikavist 2 og 3 limum á hvørjum aðalfundi. Anton Arge og Óla Jákup standa fyri vali komandi ár. Ongir eykalimir stillaðu upp og eru tí ongir eykalimir í nevndini. Somuleiðis var ongin sum stillaði upp til grannskoðara. Nevndin arbeiðir fyri at finna grannskoðara til roknskaparárið 2021.
Mánadagin, hin 19. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Helgi Johannesen – Formaður Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari: Óla Jákup Bech – Nevndarlimur Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Vit hava verið her fyrr, men tá var bygningurin nýgligani innilokaður og onki var gjørt innan. Tað var í novembur í 2019, at vit vitjaðu á politistøðini, nú hava vit kjansin at vitja aftur. Vit skula tó gera vart við, at tað ikki er vist, at vit sleppa runt í øllum bygninginum, orsaka av at gólvarbeiði eru í gongd.
Vitjanin verður hósdagin í komandi viku, tann 11. mars, broytt til 18. mars, klokkan 15:30. Møti stundisliga.
Vegna Korona støðuni er sera umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum. Tit sum longu hava boða frá eru enn á listanum, kunnast kann um, at pláss eru fyri 9 luttakarum aftrat.
Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo, tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.
Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.
Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og okkurt omaná.
Ársaðalfundur verður í hølum felagsins, í Tvørgøtu 3, leygardagin tann 27. februar kl. 19:00.
Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 19:15
Eftir aðalfundin verður ein fyrilestur um larm og ljóð viðurskifti í bygningum; Hallur Johannessen frá GADE & MORTENSEN • AKUSTIK A/S kemur at greiða frá.
Ongi uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins hava verið fyri nevndini.
Allir byggifrøðingar eru vælkomnir, tó skal luttøka fráboðast á umsiting@fb.fo, í seinasta lagi hósdagin. Soleiðis at nevndin hevur tal á luttakarum og um neyðugt verður aðalfundurin fluttur í onnur hóskandi høli, til tess at kunna halda tilmæli um frástøðu.
Á hesi vitjanini verður serligur dentur lagdur á byggiháttin við modulum. Nikkel Petersen byggiteknikari hjá spf MARK kemur at vísa okkum runt og svara ymsum spurningum.
Vegna Korona støðuni er sera umráðandi at tekna seg til tiltakið, vit ynska at halda luttakara talið til 20 persónar. Tað verður við “først til mølle” prinsippinum. Boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo , tygum fáa svar um tú er við ella komin á bíðilistan.
Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við. Eisini vilja vit minna á, at hava masku við.
Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og wienarbreyð omaná.
Heimasíða hjá Føroya Byggifrøðinga felag. Á heimasíðuni finnur tú millum annað tíðindi, lógir og slóðir. Hetta er staðið á alnótini har byggi-frøðingar kunna finna kunning um starvsfólkaviðurskifti.