Á hesi vitjanini verður serligur dentur lagdur á arbeiðsumhvørvið, tryg á arbeiðsplássinum. Kent Pedersen er ráðgevi í hesi verkætlan og kemur hann at greiða okkum frá, um hvussu tey loysa hesa uppgávu á hesum byggiplássinum.
Vitjanin verður mikudagin tann 23. oktobur, klokkan 16:00. Møti stundisliga.
Ikki limir sum ynskja at luttaka kunnu tekna seg sum lim áðrenn ella á byggipláss vitjanini. Ikki er neyðugt at tekna seg til tiltaki, men boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo , so vit fáa eina hóming av hvussu nógv vit vera.
Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.
Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og wienarbreyð.
Á eyka aðalfundinum sum var hildin tann 20. mars, stóðu Kristian Niclasen og Sonni Seyer fyri vali og vóru afturvaldir. Av tí at 3 limir hava tikið seg úr nevndini í 2018, skula hesir sessir fyllast aftur, fyribils í eitt ár. Helgi Johannesen, Karl Martin Klein og Anton Arge stillaðu upp og eru settir sum nevndarlimir í 1 ár. Eivind Danielsen og Gunnar Gunnarson vóru valdir til eykalimir.
Mikudagin, hin 27. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Kristian Niclasen Formaður Helgi Johannesen Næstformaður Sonni Seyer Skrivari og kassameistari: Anton Arge Nevndarlimur / Umbið í AKF Karl Martin Klein Nevndarlimur Eivind Danielsen Eykalimur og grannskoðari Gunnar Gunnarson Eykalimur og grannskoðari
Heimasíða hjá Føroya Byggifrøðinga felag. Á heimasíðuni finnur tú millum annað tíðindi, lógir og slóðir. Hetta er staðið á alnótini har byggi-frøðingar kunna finna kunning um starvsfólkaviðurskifti.