Á eyka aðalfundinum sum var hildin tann 20. mars, stóðu Kristian Niclasen og Sonni Seyer fyri vali og vóru afturvaldir. Av tí at 3 limir hava tikið seg úr nevndini í 2018, skula hesir sessir fyllast aftur, fyribils í eitt ár. Helgi Johannesen, Karl Martin Klein og Anton Arge stillaðu upp og eru settir sum nevndarlimir í 1 ár. Eivind Danielsen og Gunnar Gunnarson vóru valdir til eykalimir.
Mikudagin, hin 27. mars var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Kristian Niclasen Formaður
Helgi Johannesen Næstformaður
Sonni Seyer Skrivari og kassameistari:
Anton Arge Nevndarlimur / Umbið í AKF
Karl Martin Klein Nevndarlimur
Eivind Danielsen Eykalimur og grannskoðari
Gunnar Gunnarson Eykalimur og grannskoðari