Nevndin fyri 2025 er skipað

Á aðalfundinum sum var hildin tann 22. februar, stóðu Helgi Johannesen, Kristian Niclasen og Sonni Seyer fyri vali. Allir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár.

Mánadagin, hin 25. februar var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Óla Jákup Bech – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Dávur Winther – Tiltakslimur (ikki við á myndini)
Hanus Dahl Kastalag – Tiltakslimur
Súsanna Árnadóttir Joensen – Tiltakslimur

Á myndini frá vinstru: Kristian Niclasen, Súsanna Joensen, Hanus Dahl Kastalag, Anton Arge, Óla Jákup Bech, Helgi Johannesen og Sonni Seyer.

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2025 er skipað

Ársaðalfundur 2025

Sambært § 9 í viðtøkum felagsins, verður við hesum boði til árliga aðalfundin hjá Føroya Byggifrøðingafelagið, leygardagin hin 22. februar kl. 17:00. Aðalfundurin verður hildin á OY á Falkavegnum í Tórshavn.

Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 17:15. Nærri kunning um mál og limagjald verður send tykkum í telduboðum.

Áðrenn aðalfundin verður skipa fyri byggiplássvitjan, nærri kunning og skrá verður send í telduboðum. Eftir aðalfundin verður veitsla saman við hinum feløgunum í AKF.

Allir byggifrøðingar eru vælkomnir á aðalfund, men skula boða frá luttøku til byggiplássvitjanina. Einans limir felagsins eru bodnir í veitlsu eftir aðalfundin.

 

Nevndin

 

Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget | Kommentarer lukket til Ársaðalfundur 2025

Konstruktøren nr. 5 2024

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 5 í 2024.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 5 2024

Veist tú hvat Byggifrøðingafelagið er?

Felagið sett á stovn tann 14. septembur 1975. Á stovnandi aðalfundinum møttu í alt 19 byggifrøðingar. Fyrsta nevndin bleiv mannað av: Ronald Poulsen, Eliesar Kastalag, Mads Guttesen, Eli Joensen og Hans J. Poulsen.

Felagi hevur verið virki øll árini. Í septembur 2015 var tali á limunum komi upp á 79 limir, og tað legst afturat sum árini ganga. Í oktobur 2024 var limatalið omanfyri 140 limir.

Endamál felagsins er at virka fyri góðum starvsfelagsligum viðurskiftum limanna millum, at bøta um atstøðurnar at halda við líka og økja um teknisku og mentunarligu útbúgvingina hjá byggifrøðingastættinum, at virka fyri arbeiðis- og lønarkorum limanna, og annars taka sær av felags áhugamálum limanna.

Udgivet i Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , | Kommentarer lukket til Veist tú hvat Byggifrøðingafelagið er?

Konstruktøren nr. 4 2024

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 4 í 2024.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 4 2024

Limatiltak: Námsferð til Suðuroyar

Byggifrøðingafelagið bjóðaði herfyri øllum byggifrøðingum við áhuga, ein túr til Suðuroyar. Á hesum sinni vóru tað ikki byggipláss sum vit vitjaðu, men lidnar verkætlanir við ymiskum úrslitum. Vit vitjaðu fyrst á Hamragarði í Vági, sum hevur havt eina syndarliga lagnu og væntast kann enn ganga lang tíð áðrenn feilir og manglar verða bøttir.

Síðan vitjaðu vit vindmyllulundina í Heiðunum í Porkeri, umframt nýggju battarískipanina.

Tað vóru Kári Poulsen og Olgar Skorastein sum vístu okkum runt á Hamragarði. Karl Martin Klein vísti okkum SEV og Eirikur Norðberg, sum yvir fjarsamband greiddi okkum frá verkætlanini og battarískipanini.

Vitjanin var sunnudagin hin 01.09.2024.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget , | Kommentarer lukket til Limatiltak: Námsferð til Suðuroyar

Veist tú hvat Akademikarafelagið er?

Akademikarafelag Føroya (AKF) er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri akademikarafeløg í Føroyum. Í løtuni eru hesi feløg limir: Arkitektafelagið, Byggifrøðingafelagið, Magistarafelagið, Verkfrøðingafelagið og Sálarfrøðingafelagið.

Fakfeløg, hvørs limir í minsta lagi hava bachelor – ella samsvarandi hægri, akademiska útbúgving, kunnu gerast limir í AKF.  Aðalfundurin tekur avgerð um at taka nýggj limafeløg upp.

Einstaklingar kunnu ikki gerast limir í AKF. Einstaklingar skulu søkja um limaskap í avvarandi yrkisfelag.

AKF

Udgivet i Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Veist tú hvat Akademikarafelagið er?

Limatiltak: Byggiplássvitjan á stórhøllini við Tjarnir

Byggifrøðingafelagið bjóðaði herfyri øllum byggifrøðingum við áhuga, á byggipláss vitjan á stórhøllini við Tjarnir.

Tað var Eyðfinn Guttesen hjá Articon sum vísti okkum runt og greiddi frá.

Anton Arge hevur tikið myndirnar.

Vitjanin var mikudagin tann 03.07.2024.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan á stórhøllini við Tjarnir

Konstruktøren nr. 3 2024

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 3 í 2024.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 3 2024