Limatiltak: Námsferð til Suðuroyar

Byggifrøðingafelagið bjóðaði herfyri øllum byggifrøðingum við áhuga, ein túr til Suðuroyar. Á hesum sinni vóru tað ikki byggipláss sum vit vitjaðu, men lidnar verkætlanir við ymiskum úrslitum. Vit vitjaðu fyrst á Hamragarði í Vági, sum hevur havt eina syndarliga lagnu og væntast kann enn ganga lang tíð áðrenn feilir og manglar verða bøttir.

Síðan vitjaðu vit vindmyllulundina í Heiðunum í Porkeri, umframt nýggju battarískipanina.

Tað vóru Kári Poulsen og Olgar Skorastein sum vístu okkum runt á Hamragarði. Karl Martin Klein vísti okkum SEV og Eirikur Norðberg, sum yvir fjarsamband greiddi okkum frá verkætlanini og battarískipanini.

Vitjanin var sunnudagin hin 01.09.2024.

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi, Tiltøk og tagget , . Bogmærk permalinket.