Hesar broytingar eru farnar fram í nevndini í síðsta ársfjórðingi í 2018:
Tríggir limir eru farnir úr nevndini í hesum tíðarskeiðnum. Elin á Heyggi er farin í barnsburðarfarloyvi og Helgi Johannesen tekur við sum nevndarlimur fyri hana. Jón Olafsson Sólsker steðgaði, tá ið hann gjørdis deildarleiðari á byggideildini á Landsverk. Um sama mundi valdi Eystein Sivertsen at taka seg úr nevndini. Nevndin takkar fyri tykkara innsats og ynskir tykkum alt tað besta.
Vanligt er í tílíkum førum, tá nevndin ikki er fullmannað, at kalla inn til eyka aðalfund. Men sambært viðtøkunum, kann man velja at lata standa til um tað framanundan er stutt til árliga aðalfundin og nevndin ikki tekur nakrar óvanligar ella stórar avgerðir. Hetta hevur eftirsitandi nevnd valt at gera. Vit fara at kalla inn til aðalfund í næstum og ynksja at gera vart við, at Føroya Byggifrøðingafelag við hesum hevur tørv á tveimum nýggjum nevndarlimum umframt tiltakslimir. Eru áhugaði kunna tit siga okkum í nevndini frá ella seta okkum spurningar um tit ivast í nøkrum.