Konstruktøren nr. 4 2023

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 4 í 2023.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 4 2023

Limatiltak: Byggiplássvitjan í Stokkastovuni á Tinganesi

Byggifrøðingafelagið bjóðar her við øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggi pláss vitjan í Stokkastovuni á Tinganesi í Tórshavn.

Av tí at tað er nakað trongt á hesum arbeiðsplássinum, verða bert pláss fyri 15 limum til vitjanina. Men vit fara at skipa fyri øðrum vitjanum á Stokkastovuni aftur seinni.

Stokkatovan verður í løtuni umvæld av serfrøðingum í gomlum byggisium. Handverkarnir sum takast við hetta arbeiði, eru úr Norra og Svørríki, og fáa hjálp frá Føroyskum handverkarum eisini.
Tað verður Bárður í Baianstovu frá Landverk, ið kemur at vísa okkum runt og greiða frá arbeiðnum. Nevnast kann at mest nýttu amboðini hjá handverkarunum í hesi verkætlanini eru øksir og nógvar donkraftir.

Myndin er frá Bárður í Baianstovu.

Vitjanin verður hósdagin tann 19.10.2023 kl 16.30,  vit møta uttanfyri byggiplássið við Stokkastovuna.

Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan í Stokkastovuni á Tinganesi

Myndarøð á Norðlýsinum av vitjanini í Klaksvík.

Á byggiplássvitjanini í Klaksvík var Norðlýsið og kunnaði seg um felagið. Norðlýsið hevur skriva eina grein á heimasíðu teirra og lagt eina myndarøð út frá vitjanini. Lesi greinina her á leinkjuni niðanfyri og síggi myndarøðina frá vitjanini.

https://nordlysid.fo/tidindi/80022/byggifrodingafelagid-a-vitjan-i-klaksvik

Udgivet i Tíðindi | Tagget | Kommentarer lukket til Myndarøð á Norðlýsinum av vitjanini í Klaksvík.

Limatiltak: Byggiplássvitjanir í Klaksvík.

Byggifrøðingafelagið skipar fyri túri til Klaksvíkar, leygardagin tann 23. septembur. Vitja verður í Varpinum, í Klaksvíkar róðrarfelag, í Húsarhaldsskúlanum, á Nólsoyar Pálsgarðinum og til seinast í Tunnlunum norður um Fjall.

Tað verða ávikavist Dávur Winther, Mangnus Norðberg, Áki Troest, Archibald Black, Ernst Vágsgarð og Karl Vang, ið koma at vísa runt og greiða frá á ymisku plássunum.

Túrurin byrjar á Farstøðini í Tórshavn kl.9, har vit koyra við bussi til Klaksvíkar. Og endar túrurin aftur í Tórshavn um 16 tíðina.

Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjanir í Klaksvík.

Limatiltak: Byggiplássvitjan útstykkingina á Argja Hamri.

Byggifrøðingafelagið bjóðar her við øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggi pláss vitjan á útstykkingina á Argja Hamri.

Tað verða Jóannes B. Lamhauge frá Býarskipanardeildini og Fríður P. Dalsgarð býarverkfrøðingur, ið greiða frá verkætlani av útstykking til 193 bústaðir við meira, frá prosjekt byrjan, hugskot, hvat er status í dag og kritikkpunkt.

Myndin er tikin frá Kringsýnismyndum hjá Tórshavnar kommunu.

Vitjanin verður mikudagin 13.09.2023 kl 15.30,  vit møta á Argja Hamri við rundkoyringina.
Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan útstykkingina á Argja Hamri.

Konstruktøren nr. 3 2023

Góðu limir, her finna tit konstruktøren nr. 3 í 2023.
Trýst á myndina fyri at lesa blaðið.

Udgivet i Blaðið, Tíðindi | Tagget , | Kommentarer lukket til Konstruktøren nr. 3 2023

Limatiltak: Byggiplássvitjan á Langhylinum í Tórshavn

Byggifrøðingafelagið bjóðar her við øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggiplássvitjan uppí byggingini av langhyli til svimjihylin.

Vit fara at hyggja uppá verkætlanina, sum er ein uppí bygging av verðandi svimjihyli. Hesin bygningurin er bygdur við einari serstakari yvirtrom. Vit koma fyrst at hoyra um verkætlanina og síðan verður fari út á byggiplássi, at síggja tí serstøku yvirtromina ið nýliga er reist.

Myndin er frá Tórshavnar kommunu.

Vitjanin verður mikudagin tann 12. juli, klokkan 15:30.
Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan á Langhylinum í Tórshavn

Limatiltak: Byggiplássvitjan á Doktara Jacobsens gøtu 19

Hugt verður eftir einum nýggjum bygningi í 4 hæddum, og vit koma at hoyra um:

  • tankar og avbjóðingar við at fáa ein snøggan og vælskipaðan bygning at passa inn í tað staðseting sum er givin á staðnum.
  • avbjóðingar og loysnir við hitabjálving og kuldabrúgvum.
  • fasadu- og dekkloysnir.
  • upphitan av bygningi.
  • innrætting.
Myndin er fra kringsýnismyndum.

Vitjanin verður fríggjadagin tann 30. juni, klokkan 16:00.
Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Udgivet i Tíðindi, Tiltøk | Tagget | Kommentarer lukket til Limatiltak: Byggiplássvitjan á Doktara Jacobsens gøtu 19

Nevndin fyri 2023 er skipað

Á aðalfundinum sum var hildin tann 29. apríl, stóðu Helgi Johannesen, Sonni Seyer og Kristian Niclasen fyri vali. Allir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Ein eykalimur stillaði upp.

Fríggjadagin, hin 12. mai var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Óla Jákup Bech – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Dávur Winther – Tiltakslimur (ikki við á myndini)

Á myndini frá vinstru: Kristian Niclasen, Anton Arge, Helgi Johannesen, Óla Jákup Bech og Sonni Seyer.
Udgivet i Ársaðalfundur, Fakfelagið, Tíðindi | Tagget , , , | Kommentarer lukket til Nevndin fyri 2023 er skipað