Føroya byggifrøðingafelag 50 ár um bak

Tann 14. septembur eru 50 ár síðan 19 Føroyskir byggifrøðingar høvdu stovnandi aðalfund fyri Føroya byggifrøðingafelagið.

Hesin dagur skal hátíðarhaldast og tað verður gjørt við veitslu og hugna tann 20. septembur 2025.

Dagurin byrjar við einum túri, sum endar í Hornahúsinum har vit halda fram í veitslu lag við góðum mati, drekka og undirhaldið.

Skrá fyri dagin.
Kl.15:00 Skipa verður fyri túri/vitjan
Kl.16:00 Fara til gongu (um veðrið vil) til Hornahúsið
Kl.17:00 Eyka aðalfundur
Kl.18:00 Hátíðarhaldið byrjar so smátt.
Kl.19:00 Borðhald og veitsla

Veitslan verður ókeypis fyri limum felgsins, fráboðan um luttøku skal sendast felagnum í seinasta lagi 5. septembur á fb@fb.fo.

Við kvøðu
Nevndin

Dette indlæg blev udgivet i Fakfelagið, Tiltøk og tagget , . Bogmærk permalinket.