Á aðalfundinum sum var hildin tann 24. februar, stóðu Anton Arge og Óla Jákup Bech fyri vali. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir í tvey ár. Tveir eykalimur koma uppí nevndini aftrat.
Mánadagin, hin 26. februar var fyrsti nevndarfundur eftir aðalfundin. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Helgi Johannesen – Formaður
Anton Arge – Næstformaður / Umboð í AKF
Sonni Seyer – Skrivari og kassameistari:
Óla Jákup Bech – Nevndarlimur
Kristian Niclasen – Nevndarlimur
Dávur Winther – Tiltakslimur (ikki við á myndini)
Hanus Dahl Kastalag – Tiltakslimur
Súsanna Árnadóttir Joensen – Tiltakslimur
