Limatiltak: Byggiplássvitjan í Sandoyartunnlinum

Byggifrøðingafelagið bjóðaði herfyri øllum byggifrøðingum við áhuga, byggipláss vitjan í Sandoyartunnlinum.

Tunnilin er næstan liðugur og verður seinasta hond løgd í arbeiði áðrenn tunnilin letur upp tann 21. desembur. Vit fingu høvi at síggja tunnilin áðrenn hann letur upp fyri almenninginum.
Tað vóru Petur Asbjørn Lervig hjá NCC og Klæmint Eliasen hjá Spenn, ið vístu okkum runt og greiddu frá.

Myndin er frá síðuni Snar.fo

Vitjanin var týsdagin tann 12.12.2023 kl 16.00.

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi, Tiltøk og tagget . Bogmærk permalinket.