Limatiltak: Byggiplássvitjan í Stokkastovuni á Tinganesi

Byggifrøðingafelagið bjóðar her við øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggi pláss vitjan í Stokkastovuni á Tinganesi í Tórshavn.

Av tí at tað er nakað trongt á hesum arbeiðsplássinum, verða bert pláss fyri 15 limum til vitjanina. Men vit fara at skipa fyri øðrum vitjanum á Stokkastovuni aftur seinni.

Stokkatovan verður í løtuni umvæld av serfrøðingum í gomlum byggisium. Handverkarnir sum takast við hetta arbeiði, eru úr Norra og Svørríki, og fáa hjálp frá Føroyskum handverkarum eisini.
Tað verður Bárður í Baianstovu frá Landverk, ið kemur at vísa okkum runt og greiða frá arbeiðnum. Nevnast kann at mest nýttu amboðini hjá handverkarunum í hesi verkætlanini eru øksir og nógvar donkraftir.

Myndin er frá Bárður í Baianstovu.

Vitjanin verður hósdagin tann 19.10.2023 kl 16.30,  vit møta uttanfyri byggiplássið við Stokkastovuna.

Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi, Tiltøk og tagget . Bogmærk permalinket.