Limatiltak: Byggiplássvitjanir í Klaksvík.

Byggifrøðingafelagið skipar fyri túri til Klaksvíkar, leygardagin tann 23. septembur. Vitja verður í Varpinum, í Klaksvíkar róðrarfelag, í Húsarhaldsskúlanum, á Nólsoyar Pálsgarðinum og til seinast í Tunnlunum norður um Fjall.

Tað verða ávikavist Dávur Winther, Mangnus Norðberg, Áki Troest, Archibald Black, Ernst Vágsgarð og Karl Vang, ið koma at vísa runt og greiða frá á ymisku plássunum.

Túrurin byrjar á Farstøðini í Tórshavn kl.9, har vit koyra við bussi til Klaksvíkar. Og endar túrurin aftur í Tórshavn um 16 tíðina.

Møti stundisliga.

Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi, Tiltøk og tagget . Bogmærk permalinket.