Byggifrøðingafelagið bjóðar her við øllum byggifrøðingum við áhuga, at vera vælkomnar til byggi pláss vitjan á útstykkingina á Argja Hamri.
Tað verða Jóannes B. Lamhauge frá Býarskipanardeildini og Fríður P. Dalsgarð býarverkfrøðingur, ið greiða frá verkætlani av útstykking til 193 bústaðir við meira, frá prosjekt byrjan, hugskot, hvat er status í dag og kritikkpunkt.

Vitjanin verður mikudagin 13.09.2023 kl 15.30, vit møta á Argja Hamri við rundkoyringina.
Møti stundisliga.
Øll sum koma við, skula minnast til at hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.
Tiltakið er ókeypis.