Limatiltak: Byggiplássvitjan á nýggju Politistøðini í Tórshavn

Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum limum felagsins at vera vælkomnar á byggipláss vitjan á nýggju Politistøðini í Tórshavn.

Kunning um verkætlanina kann lesast her:
https://www.bygst.dk/projekter/rigspolitiet,-ny-hovedpolitistation-i-torshavn/

Á hesi vitjanini verður serligur dentur lagdur á arbeiðsumhvørvið, tryg á arbeiðsplássinum. Kent Pedersen er ráðgevi í hesi verkætlan og kemur hann at greiða okkum frá, um hvussu tey loysa hesa uppgávu á hesum byggiplássinum.

Vitjanin verður mikudagin tann 23. oktobur, klokkan 16:00. Møti stundisliga.

Ikki limir sum ynskja at luttaka kunnu tekna seg sum lim áðrenn ella á byggipláss vitjanini.
Ikki er neyðugt at tekna seg til tiltaki, men boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo , so vit fáa eina hóming av hvussu nógv vit vera.

Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis. Felagið bjóðar kaffi og wienarbreyð.

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi, Tiltøk og tagget . Bogmærk permalinket.

Skriv en kommentar

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.