Nordic Building Symposium 2026.
Nordic Building Symposium 2026 Faroe Islands edition
Í september hevði Føroya Byggifrøðingafelag tann heiður at vera vertur fyri árligu ráðstevnuni Nordic Building Symposium (NBS), har umboð úr byggifrøðingafeløgunum í Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark komu saman til fakligt orðaskifti og vitanarbýti.
Nordic Building Symposium er ein afturvendandi ráðstevna, sum verður hildin á skift í teimum norðurlendsku londunum. Endamálið við ráðstevnuni er at savna fakfeløgini til kjak um aktuellar avbjóðingar og menning innan byggivinnuna, samstundis sum styrkt verður um samstarvið og netverkið millum londini.
Temað fyri ráðstevnuna í Føroyum var býarplanlegging í smáum samfeløgum. Gjøgnum framløgur, kjak og vitjanir kring landið varð sjóneygan sett á, hvussu býir og bygdir kunnu mennast undir teimum serligu fortreytum, sum gera seg galdandi í Føroyum. Eisini løgdu umboðini frá hinum norðurlondunum fram royndir og dømi um, hvussu býarplanlegging og býarmenning er ment í teirra londum gjøgnum tíðina.
Ráðstevnan gav luttakarunum høvi at deila vitan og fáa íblástur frá ymiskum norðurlendskum loysnum innan býarmenning, bústaðarbygging og langtíðar býarskipan. Somuleiðis fingu gestirnir innlit í føroyskar verkætlanir og menningina, sum fer fram innan býar- og bústaðarøkið í Føroyum.
Umframt fakliga skrána vitjaðu luttakararnir eisini fleiri støð kring landið, har teir sóu dømi um føroyska býarmenning og byggilist í verki. Hesar vitjanir góvu eitt virðismikið grundarlag fyri kjak um møguleikar og avbjóðingar í smáum samfeløgum.
Føroya Byggifrøðingafelag takkar fyrilestrarhaldarum og luttakarum fyri eina væl eydnaða ráðstevnu og gleðir seg til at halda fram við góða norðurlendska samstarvinum, sum Nordic Building Symposium hevur skapt gjøgnum mong ár.
Vitjanin í Tórshavn, eitt av støðunum var Tórsbyrgi.
Vitjan í Tórsbyrgi: Luttakarar úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark vóru savnaðir í Føroyum til Nordic Building Symposium 2026.